Skip to content Skip to footer

Adrenaline tekur tjaldið

Teir eru ungir og lívligir, teir spæla melodiøsan og fangandi rocktónleik. Adrenaline er rockbólkur úr Klaksvík, og teir vera tí á heimavølli, tá ið teir skulu hava konsert á Summar Festivalinum í kvøld.

Adrenaline hevur útgivið fleiri væl umtóktar sangir – eitt nú “Bjarta”, “Spillikassin” og “DNA”. Teir hava eisini havt framførslur kring landið og hava seinasta árið fingið alt størri undirtøku. Sangirnir fanga, og framførslurnar eru framfýsnar og undirhaldandi. 

Teir, sum spæla í Adrenaline, eru Jónas Jacobsen (sang og gittar), Tórður Sóleyarson (sang og gittar), Niclas Høgnesen (bass) og Høgni Sørensen (trummur).

Adrenaline spælir náttarkonsert í Tjaldinum klokkan 02:15 í kvøld, fríggjakvøld.

Bústaður

Summar Festivalur
Garðavegur 4
700 Klaksvík

Samband

Summar Festivalur © 2026. All Rights Reserved.