Skip to content Skip to footer

Adrenaline við nýggjari útgávu

Rockbólkurin Adrenaline hevur í dag útgivið útgávuna “Sig mær okkurt skeivt” á talgildum pallum. Sjey sangir eru á útgávuni. Tríggir eldri og væl kendir sangir eru á útgávuni, meðan fýra sangir eru nýggir.

Staklagið “DNA” kom út fyri tveimum vikum síðani, og harafturat eru nýggju sangirnir “Livandi”, “Sum eitt spæl” og “Dansa” við á útgávuni.

Adrenaline spælir melodisøan rocktónleik við føroyskum tekstum. Teir hava havt framførslur ymsastaðni kring landið seinnu árini, og í næstu viku spæla teir fyri fyrstu ferð á Summar Festivalinum.

Nýggja útgávan hjá Adrenaline kann hoyrast her á Spotify:

Nýggja útgávan hjá Adrenaline kann hoyrast her á Spotify

Bústaður

Summar Festivalur
Garðavegur 4
700 Klaksvík

Samband

Summar Festivalur © 2023. All Rights Reserved.