Skip to content Skip to footer

Anna Lovisa spælir á Torginum

Unga songkvinnan Anna Lovisa verður við á Summar Festivalinum í ár. 

Hon hevur seinnu árini lagt rødd til nakrar kendar sangir – eitt nú “Tað kundi verið eg” og  “Av øllum tí góða sum Gud hevur gjørt” – og hon hevur havt fleiri framførslur. 

Anna Lovisa, sum er 20 ára gomul, spælir gittar og syngur. Hon skrivar sangir og fer at framføra onkran av teimum á Summar Festivalinum. Hon fer eisini at syngja onkur tøkuløg.

Aftrat sær á pallin hevur hon Einar Poulsen, sum spælir elgittar, og Finn Kjølbro, ið spælir gittar, klaver og munnharpu. Framførslan verður á Torginum.

Bústaður

Summar Festivalur
Garðavegur 4
700 Klaksvík

Samband

Summar Festivalur © 2026. All Rights Reserved.