Skip to content Skip to sidebar Skip to footer

Takk fyri í ár – vit síggjast næsta ár!

Summar Festivalurin 2026 er av. Vikuskiftið var lívligt, fevnandi og kveikjandi. Í tríggjar dagar vóru næstan 40 framførslur á fýra pallum, og bæði tónlistarliga góðskan og undirhaldið vóru framúr. Útlendsku høvuðsnøvnini Rasmus Seebach, Andreas Odbjerg og ItaloBrothers høvdu framúrskarandi konsertir, og konsertirnar á Vágsbø hava sjáldan áður verið so flottar og hugtakandi. Føroyskir tónleikarar skapa…

Read More

Tríggjar konsertir verða fluttar

Tríggjar konsertir á Summar Festivalinum leygarkvøldið verða fluttar. Orsøkin er, at pallurin á Torginum fekk ein minni skaða fyrr í dag og kann ikki brúkast í kvøld. Tríggjar konsertir skuldu vera á Torginum. Tær vera fluttar, men vera somu klokkutíð. Jakobina Ellingsgaard og Steintór Rasmussen verða flutt í Tjaldið. Laila & Malan verða flutt á…

Read More

Best útgjørdi pallur nakrantíð

 Ongantíð áður hevur stóri pallur á Summar Festivalinum verið so væl útgjørdur, sum hann er í kvøld. Stóri pallur á Summar Festivalinum er vanliga tann størsti og best útgjørdi tónleikapallurin í landinum. Pallurin verður leigaður uttanlands og verður útgjørdur til at kunna hýsa stórum konsertum á altjóða stigi. Nøvn sum Roxette, Zara Larsson, The Scorpions,…

Read More

Vikuskiftispass til Summar Festivalin eru útseld

Vikuskiftispass til Summar Festivalin 2026 eru útseld. Áhugin fyri ársins festivali hevur verið óvanliga stórur, og nú verða ikki fleiri vikuskiftispass seld. Eitt avmarkað tal av dagsbillettum verður selt við dyrnar. 200 dagsbillettir verða seldar til fríggjakvøldið og 200 til leygarkvøldið. Dagsbillettirnar til í kvøld kunnu nú keypast við dyrnar. Dagsbillettirnar til leygarkvøldið kunnu keypast…

Read More

Dagsbillettir fáast við dyrnar

Sera stórur áhugi er fyri Summar Festivalinum í ár – og ikki minst í kvøld.  Høvuðsnavnið Rasmus Seebach hevur konsert á Vágsbø klokkan 22, og aftaná spælir Dynamit. Ikki minst hesi bæði nøvn savna stórar áhoyrafjøldir, og tað sæst aftur á atgongumerkjasøluni. Vikuskiftispass kunnu keypast her og við dyrnar, og nú eru nøkur fá hundrað vikuskiftispass…

Read More

ItaloBrothers lova stórt show

Týski poppbólkurin er til reiðar at geva fólki eina stóra uppliving á Summar Festivalinum í kvøld.  Teir hava heimskendar sangir og remix, teir eru framúr á palli, og teir duga serstakliga væl at fáa lív í stórar áhoyrarafjøldir. Mikukvøldið spældu teir á stóra Smukfest í Danmark, og um vikuskiftið framføra teir í Finnlandi. Men hóskvøldið…

Read More

Vit koma við nógvari orku

Going For The One er rockbólkur úr Keypmannahavn. Tær hava seinastu tíðina gjørt vart við seg á festivalum og konsertum, og nú eru tær fyri fyrstu ferð komnar til Føroya at spæla konsert.  Going For The One spælir á nýggja pallinum á Torginum á Summar Festivalinum í kvøld. Tær spæla melodiøsan, lívligan og popputan rocktónleik. …

Read More

Her er skráin fyri hósdagin

Summar Festivalurin byrjar hósdagin við góðum konsertum á trimum pallum og lívligum Silvalandi. Hitað verður upp til konsertirnar við Silent Disco í Tjaldinum frá kl. 18:30. Fyrsta útikonsertin á ársins Summar Festivali verður á Torginum kl. 19:00, tá ið Tórfríð Tavsen spælir. Hon verður eisin fyrsti artisturin at framføra á nýggja og dagførda pallinum á…

Read More

Fleiri framførslur verða í Silvalandi

Tað væl umtókta Silvalandið verður aftur í ár á Summar Festivalinum. Silvland er fyri børnini og familjurnar og heldur til í báðum ítróttarhallunum í Klaksvík. Øll, sum hava armband til Summar Festivalin, hava eisini fría atgongd til Silvaland. Silvaland bjóðar spæl, aktivitetir, framførslur, djóragarð, hoppiborgir, teknistovu, pinkuland og café. Nógv verður gjørt burtur úr í…

Read More

Kvæði og rockur rigga væl saman

Við mergjaðum rocki hava teir tikið land og fólk, og um vikuskiftið taka teir aftur Vágsbø, har Summar Festivalurin verður hildin.  Hamradun blandar fólkatónleik og kvæði við tungan rocktónleik og serføroyskt stev. Tað ger teir til heilt serstakan tónleikabólk – ikki bara í Føroyum, men í øllum heiminum.  Á odda fyri bólkin er Pól Arni Holm,…

Read More

Bústaður

Summar Festivalur
Garðavegur 4
700 Klaksvík

Samband

Summar Festivalur © 2026. All Rights Reserved.