Skip to content Skip to sidebar Skip to footer

Author page: summarfestival@gmail.com

Her er skráin fyri Silvaland

Tað væl umtókta Silvalandið verður aftur í ár í uppskrýddu ítróttarhøllunum við einum spennandi tónleikapalli, ballóngørðum, hoppiborgum, boingbóltum, teknistovu, pinkulandi, andlitsmáling, gandaspeglum, barnabarr, framsýning av ísbjørn, grindahvali og kópi, livandi skriðdýrum, hugtakandi hulduni Urðun, vitjan av stuttligum klovni, bardagahugaðu víkingunum, brølandi dinosauri, hinu mest góðsligu bamsuni og tí fittasta Silva. Silvalandið byrjar hósdagin 3. august…

Read More

Kunning um campingvognar

Mánakvøldið 31. juli kl. 18 kemur nærri kunning um, nær økini til kampingavognar lata upp. Eisini verður arbeitt við at útvega nøkur pláss aftur, tí í løtuni er útselt. Kunnað verður um tað á Facebook og á heimasíðuni sf.fo, verða onkur pláss tøk afturat. Summar Festivalurin ger ikki umbýtingar ella skrivar bíðilista. Men um tað eydnast at keypa eitt nýtt meira…

Read More

Adrenaline við nýggjari útgávu

R ockbólkurin Adrenaline hevur í dag útgivið útgávuna "Sig mær okkurt skeivt" á talgildum pallum. Sjey sangir eru á útgávuni. Tríggir eldri og væl kendir sangir eru á útgávuni, meðan fýra sangir eru nýggir. Staklagið "DNA" kom út fyri tveimum vikum síðani, og harafturat eru nýggju sangirnir "Livandi", "Sum eitt spæl" og "Dansa" við á…

Read More

Her er skráin fyri Summar Festivalin

D agarnar frá 3. til 5. august verður Summar Festivalurin hildin í Klaksvík. Landsins størsta tónleikatiltak bjóðar konsertir á trimum pallum í tríggjar dagar umframt undirhald og framførslur í Silvalandi, sum er til børnini. Fimm bólkar koma úr útlandinum. Hóskvøldið spæla Thomas Anders úr Modern Talking og Fredrik Dyrby úr ADHD. Fríggjakvøldið verður stóra rockkonsertin…

Read More

Náttarbussur og hýruvognar koyra

N áttarbussur koyrir úr Klaksvík øll trý festivalkvøldini. Koyrt verður frá busslummanum við KFUM. Bussurin hevur tlf. 217752. Koyrt verður soleiðis: Hóskvøldið kl. 02:30 Fríggjakvøldið kl. 04:30 Leygarkvøldið kl. 04:30 Bussurin koyrir í gjøgnum Sundalagið til Havnar. Túrurin kostar 200 krónur. Lokalir hýruvognar og hýruvognar frá Auto og Bil koyra á Summar Festivalinum. Hýruvognar standa við festivalinngongdirnar…

Read More

Útselt til campingøkini 

S tórur áhugi er fyri at fara á Summar Festival við húsvogni. Tá ið plássini í teimum fimm campingøkjunum herfyri vóru sett til sølu, gekk skjótt at selja tey. Sløk 200 pláss eru til húsvognar, og útselt er. Húsvognar fara at standa við Norðborg, í Klaksvíksgarðinum, við Føroya Bjór, á stadionøkinum og á Stongunum. Tjaldpláss…

Read More

Legendur úr Vágum vera við

G óð tjúgu ár eru liðin síðani fyrstu útgávuna hjá Vágaverk, og bólkurin er framvegis aktuellur og viðkomandi. Vágaverk verður við á Summar Festivalinum, sum verður hildin dagarnar 3. til 5. august. Á fyrstu, sjálvnevndu, útgávuni í 2002 hittaði Vágaverk við sangunum "Túsund og ein nátt" og "Á trappuni hjá Lenu", sum eru blivnir klassiskarar.…

Read More

Fýra solistar afturat

S ummar Festivalurin kunnger nú fýra sangarar, ið skulu hava framførslur á Torginum á ársins Summar Festivali. Tey fýra eru Tórfríð Tavsen, Kári Fossdalsá, Anna Lovisa og Rani Nolsøe. Hanus var til dømis við fyrstu árini hjá Frændum, og hann legði rødd til sangir á tveimum teimum fyrstu útgávunum hjá Frændum. Tórfríð Tavsen, sum er úr Sørvági,…

Read More

Hanus verður við

H anus Gærdum Johansen verður við á Summar Festivalinum í august. Hanus hevur havt nógvar minniligar framførslur á festivalinum – eitt nú var hann við á fyrsta festivalinum í 2004 – men nú eru nøkur ár, síðani hann spældi seinast. Hanus Gærdum Johansen vaks upp í Klaksvík, og hann var virkin í tónleikalívinum í Klaksvík í nógv…

Read More

Hetta verður prísurin á dagsbillettum

D agsbillettir til Summar Festivalin verða bert seldar við inngongdina á sjálvum festivalinum. Vikuskiftispass til Summar Festivalin kostar í løtuni 1100 krónur í forsølu, og passið fer at kosta 1200 krónur við dyrnar. Møguleiki verður eisini at keypa dagsbillettir á sjálvum degnum við dyrnar. Prísurin verður hesin: Dagsbillett, hósdagur (vaksin): 695 kr. Dagsbillett, fríggjadagur (vaksin):…

Read More

Bústaður

Summar Festivalur
Garðavegur 4
700 Klaksvík

Samband

Summar Festivalur © 2023. All Rights Reserved.