Skip to content Skip to footer

Bert 1000 vikuskiftispass verða seld aftrat


Stórur áhugi er fyri at fara á Summar Festivalin, sum í ár kann Summar Festivalurin halda 20 ára jubileum. Summar Festivalurin byrjar hóskvøldið og heldur fram til leygarkvøldið. 

Økið á Vágsbø er nakað minni orsakað av bygging í økinum, og tað hevur við sær, at í mesta lagi 8.000 fólk sleppa á Summar Festivalin.

Forsølan hevur gingið sera væl, og tí boðar Summar Festivalurin frá, at bert 1000 vikuskiftispass aftrat verða seld í forsølu. Hesi kunnu keypast í Telebúðum ella her:

KEYP ATGONGUMERKI

Afturat tí verður eitt avmarkað tal av dagsbillettum sett til sølu. Hesar billettir kunnu bert keypast við inngongdina á sjálvum degnum. 

Bústaður

Summar Festivalur
Garðavegur 4
700 Klaksvík

Samband

Summar Festivalur © 2026. All Rights Reserved.