Skip to content Skip to footer

Bert 1200 vikuskiftispass verða seld aftrat

Summar Festivalurin verður hildin um vikuskiftið, og stórur áhugi er fyri at koma á landsins størsta tónleikatiltak.

Økið á Vágsbø er nakað minni í ár orsakað av bygging í økinum, og tí hava fyrireikararnir avgjørt, at 8.000 fólk sleppa á Summar Festivalin í ár.

Forsølan gongur sera væl í løtuni, og tí boðar Summar Festivalurin frá, at bert 1200 vikuskiftispass afturat verða seld í forsølu. Hesi kunnu keypast umvegis heimasíðuna sf.fo ella í Telebúðum.

Afturat tí verður eitt avmarkað tal á dagsbillettum sett til sølu. Hesar billettir kunnu bert keypast við inngongdina á sjálvum degnum.

Summar Festivalurin byrjar hósdagin og heldur fram til leygarkvøldið. Millum stóru bólkarnar, sum framføra á festivalinum í ár, er eru Europe, Suzi Quatro og Thomas Anders úr Modern Talking. 

Bústaður

Summar Festivalur
Garðavegur 4
700 Klaksvík

Samband

Summar Festivalur © 2024. All Rights Reserved.