Skip to content Skip to footer

Bjarki syngur í Silvalandi

Hann var ein av bleiktrandi stjørnunum í sjónvarpsrøðini Hoydalar, sum Kringvarpið sendi fyrr í ár. 

Bjarki Virgarsson Trondesen er úr Vestmanna, og hann hevði fleiri frálíkar tulkingar av kendum sangum í Hoydølum – ikki minst var hansara útgáva av sanginum “Spor í sandi” hjá Martini Joensen framúr. Sangurin fekk nýtt lív og varð eitt hitt. 

Síðani luttøkuna í Hoydølum hevur Bjarki framført til ymisk tiltøk kring landið. Hann hevur eisini givið sín fyrsta sang út. Sangurin eitur “Fool” og kom út í mai mánaði.

Bjarki hevur framførslu í Silvalandi á Summar Festivalinum, sum verður hildin í døgunum frá 6. til 8. august. 

Bústaður

Summar Festivalur
Garðavegur 4
700 Klaksvík

Samband

Summar Festivalur © 2026. All Rights Reserved.