Skip to content Skip to footer

Brim spælir Beatles í Tjaldinum

Tónleikabólkurin Brim úr Vestmanna tulkar sangir hjá The Beatles á Summar Festivalinum í kvøld.

Í fjør vóru teir bodnir at vera við á serligu Beatles vikuni í Liverpool, og teirra framførsla var so góð, at fyrireikararnir hava biðið teir koma aftur í ár. Tað verður í næstum.

Brim fer at hava líknandi framførslu í Tjaldinum, sum teir fara at hava í Liverpool um nakrar vikur. Hetta verður ein heilt serlig løta á festivalinum, har mætasti poppbólkurin í søguni verður heiðraður.

Brim fer eitt nú at spæla sangir sum “Can’t Buy Me Love”, “Rock ‘n Roll Music”, “Don’t Let Me Down”, “A Hard Day’s Night”, “All my Loving” og “Paperback Writer”.

Brim spælir í Tjaldinum fríggjakvøldið kl. 19:45.

Bústaður

Summar Festivalur
Garðavegur 4
700 Klaksvík

Samband

Summar Festivalur © 2023. All Rights Reserved.