Skip to content Skip to footer

Brimheim endar á Vágsbø í kvøld

Poppsongkvinnan Brimheim hevur seinastu konsertina á stóra palli á Vágsbø í ár.

Klokkan 02 fer hon á pallin saman við bólkinum, og tá kunnu vit rokna við at uppliva eina sterka og hugtakandi framførslu.

Seinastu árini hevur hálvføroyska Brimheim veruliga vunnið fram á danska tónleikapallinum, og hon hevur ferð eftir ferð verið tilnevnd týðandi virðislønir og hevur vunnið fleiri teirra. Ummælini av útgávum hennara hava verið sum satt stjørnuregn, og á palli er hon framúrskarandi. 

Við brúsandi og sveimandi poppsangum hevur hon megnað at kava niður í sinnið og viðgjørt stórar lívsspurningar og at fanga breiðu fjøldina við melodiøsum sangum og kreativum videoløgum. 

Í kvøld sleppa vit at uppliva hana á landsins størsta tónleikapalli. 

Bústaður

Summar Festivalur
Garðavegur 4
700 Klaksvík

Samband

Summar Festivalur © 2026. All Rights Reserved.