Skip to content Skip to footer

Byrja við skrúðgongu


Summar Festivalurin byrjar hósdagin klokkan 15 við litfagrari og lívligari skrúðgongu og gøtukarnevali, sum fer úr Klaksvíksgarðinum og heim í Silvaland. 

Í skrúðgonguni verða pyntað børn, dansandi ungdómur, Silvi, Bubu, Gula Bamsan, brandbilur og kreativir festivalgestir. 

Børn og barnsligar sálir, ja, øll, sum vilja seta sín festliga dám á ta stóru og fólksligu summarstevnuna, eru vælkomin upp í skrúðgonguna!    

Tað væl umtókta Silvalandið verður aftur í ár í uppskrýddu ítróttarhøllunum við einum spennandi tónleikapalli, hoppiborgum, ballónlandi, boingbóltum, pinkuøki, gandakendum djóraheimi, víkingabygd og mangt annað. 

Silvaland hevur opið festivaldagarnar frá kl. 15 til 19. Skrá kann síggjast á heimasíðuni sf.fo

Bústaður

Summar Festivalur
Garðavegur 4
700 Klaksvík

Samband

Summar Festivalur © 2026. All Rights Reserved.