Nú er við at verða greitt, hvussu nógv campingpláss verða tøk til Summar Festivalin 2026, og seinni í vikuni verða plássini sett til sølu.
Campingplássini mugu á hvørjum ári lagast eftir virkseminum í Klaksvík, og tí ber ikki til at áseta plássini fyrr enn nakrar vikur, áðrenn festivalurin verður.
Campingpláss verða á fleiri økjum aftur í ár – við ferjuleguna á Stongunum, á stadionøkinum, við Tekniska skúla, í Klaksvíksgarðinum, við Norðborg og við Føroya Bjór.
Boðað verður frá á heimasíðuni sf.fo og á Facebook-síðuni hjá Summar Festivalinum tveir dagar frammanundan, at sølan av campingplássum byrjar.

