Skip to content Skip to footer

Her fáast armbond til Summar Festivalin

Nú verða armbond koyrd uppá hjá fólki, sum skulu á Summar Festival um vikuskiftið. Atgongumerki til Summar Festivalin skulu býtast um við persónligt armband, sum verður koyrt upp á armin á fólki. Upp undir festivalin ber til at fáa armbond uppá í Klaksvík, Leirvík og í Havn, og undir sjálvum festivalinum ber sjálvsagt eisini til…

Read More

Nógvir húsvognar á Summar Festival

Stórur áhugi er fyri at fáa pláss til húsvognar á Summar Festivalinum. Húsvognar vera á fimm ymiskum plássum kring festivaløkið, og samanlagt eru útivið 200 pláss tøk til húsvognar. Tey flestu plássini eru longu umbiðin, og húsvognar í stórum tali eru longu komnir á økini. Enn eru nøkur fá pláss til húsvognar tøk í Klaksvíksgarðinum.…

Read More

Tríggir spennandi festivaldagar fyri framman

Summar Festivalurin er fyri framman, og fyriskipararnir hava í longri tíð arbeitt við at skapa tríggjar spennandi og hendingaríkar dagar fyri fólk í øllum aldri. Summar Festivalurin er tann stóri og breiði festivalurin, og tað sæst eisini aftur í innihaldinum, sum bæði er til vaksin, ung og børn.  – Vit hava gjørt klárt til tríggjar dagar…

Read More

Hesir verða prísirnir á dagsbillettum

Dagsbillettir til Summar Festivalin verða bert seldar við dyrnar á degnum, tær eru galdandi – tær verða ikki seldar í forsølu. Bert vikuskiftispass kunnu keypast í forsølu. Prísirnir á dagsbillettum til Summar Festivalin 2026 verða hesir: Dagsbillett hósdag (vaksin): 850 kr. Dagsbillett fríggjadag (vaksin): 950 kr. Dagsbillett leygardag (vaksin): 950 kr. Prísirnir á vikuskiftispassum eru hesir…

Read More

Soleiðis verður ferðslan á Summar Festivalinum

Ferðslubroytingar vera í Klaksvík í sambandi við Summar Festivalin. Frá mánadegnum 3. august og eina viku fram vera ymiskar avmarkingar í ferðsluni. Onkrir vegir verða stongdir, aðrir verða einsrættaðir, og sum heild kann roknast við nógvum bilum og nógvari ferðslu festivaldagarnar. Her ber til at kunna seg um ferðsluna á Summar Festivalinum.  Trýst her fyri…

Read More

Stjørnurnar taka Vágsbø

Føroyskar og útlendskar stjørnur hava framførslur á fýra pallum í tríggjar dagar á Summar Festivalinum 2026. Landsins størsta tónleikatiltak nærkast í hvørjum. Ólavsøka er farin aftur um, og nú er Summar Festivalurin næsta stóra tiltakið í Føroyum. Í døgunum frá 6. til 8. august verður festivalurin í Klaksvík hildin, og skráin fyri festivalin er kunngjørd.…

Read More

Her er skráin fyri Summar Festivalin

Summar Festivalurin hevur nú kunngjørt skránna fyri ársins festival. Summar Festivalurin 2026 bjóðar konsertir á trimum pallum í tríggjar dagar umframt framførslur og undirhald í Silvalandi. Útlendsku høvuðsnøvnini í ár eru Rasmus Seebach, Andreas Odbjerg og ItaloBrothers. Haraftrat framføra nógvir føroyskir bólkar og solistar. Summar Festivalurin verður hildin í døgunum frá 6. til 8. august.…

Read More

Stórt og spennandi Silvaland til børnini

Nógv spæl, undirhald og tónleikur vera til børnini í Silvalandi á Summar Festivalinum.  Tað væl umtókta Silvalandið verður aftur í ár í uppskrýddu ítróttarhøllunum við einum spennandi tónleikapalli, har sangur, klovnarí, dansur og annað fer at fylla skránna.  Ein vakur og gandakendur djóraheimur við fittum føroyskum djórum og spennandi eksotiskum skriðdjórum verður eisini. Haraftrat ballóngarður, hoppiborgir,…

Read More

Sophilia, Bjarki og Laila syngja Disney-hitt

Føroyskir sangarar og tónleikarar tulka heimskend Disney hitt og klassikarar á Summar Festivalinum.  Síðani 1937 hevur Disney framleitt filmar til børn og vaksin kring allan heimin, og klassikararnir eru óteljandi – Snjóhvíta, Tarzan, Pinocchio, Peter Pan, Lion King, Tarzan, Cars og nógvir aðrir. Í nógvum førum hevur Disney eisini skrivað og innspælt nýggjan tónleik til filmarnar,…

Read More

Tú kanst gista í hugnaligu Tjaldbygdini

Tú kanst gista í hugnaligu Tjaldbygdini  Summar Festivalurin hevur sera hugnaliga tjaldbygd mitt á festivaløkinum.  Tað ber ikki til at búgva meira sentralt á Summar Festivalinum, og haðani er upplagt at njóta tann lívliga festivalin.  Í Tjaldbygdini ber til at njóta góða samveru við aðrar festivalgestir, sølutjøld við mati og drekka eru nærindis, og…

Read More

Bjarki syngur í Silvalandi

Hann var ein av bleiktrandi stjørnunum í sjónvarpsrøðini Hoydalar, sum Kringvarpið sendi fyrr í ár.  Bjarki Virgarsson Trondesen er úr Vestmanna, og hann hevði fleiri frálíkar tulkingar av kendum sangum í Hoydølum – ikki minst var hansara útgáva av sanginum "Spor í sandi" hjá Martini Joensen framúr. Sangurin fekk nýtt lív og varð eitt hitt.  Síðani…

Read More

Going For The One spælir á Torginum

Going For The One er bólkur úr Keypmannahavn, sum spælir melodiskan og sveimandi popprock. Tær tríggjar Laura Pold, Lise Lotte Elmelund og Mia Olsen spæla í bólkinum, og tær hava júst havt eina nógv rósta framførslu á tungmálmsfestivalinum Copenhell.  Going For The One hevur síðani 2022 útgivið fangandi rocksangir við pumpandi rútmum, fangandi gittarriffum og…

Read More

Bústaður

Summar Festivalur
Garðavegur 4
700 Klaksvík

Samband

Summar Festivalur © 2026. All Rights Reserved.