Skip to content Skip to footer

Campingplássini verða seld sunnukvøldið

Sunnukvøldið 5. juli kl. 20:00 verða plássini til campingvognar á Summar Festivalinum 2026 sett til sølu. Campingpláss verða á fleiri økjum – við ferjuleguna á Stongunum, á stadionøkinum, við Tekniska skúla, í Klaksvíksgarðinum, við Norðborg og við Føroya Bjór. Øll økini verða sett til sølu samstundis, og tað verður selt eftir "først til mølle"-prinsippinum. Sølan fer fram online…

Read More

Swangah á Summar Festival at rósa og revsa

Rappbolkurin við høga flognum spælir á Summar Festivalinum í august. Teir eru nakað heilt serligt í føroyskum tónleiki. Rappbólkurin Swangah hevur við sniðfundigum tekstum og kveikjandi løgum vunnið stóra undirtøku millum fólk.  Swangah kom sum ein summaródn inn á føroyska tónleikapallin við fyrstu útgávuni í 2011, og síðani hava teir latið aðrar útgávur frá sær…

Read More

Campingplássini verða seld seinni í vikuni

Nú er við at verða greitt, hvussu nógv campingpláss verða tøk til Summar Festivalin 2026, og seinni í vikuni verða plássini sett til sølu. Campingplássini mugu á hvørjum ári lagast eftir virkseminum í Klaksvík, og tí ber ikki til at áseta plássini fyrr enn nakrar vikur, áðrenn festivalurin verður.  Campingpláss verða á fleiri økjum aftur…

Read More

Óútrokniligir Aggrasoppar á Summar Festivalin fyri fyrstu ferð

Aggrasoppar er ein blómupunk/axekiller-popp bólkur, sum er kendur fyri sínar villu og óútrokniligu tekstir og framførslur, ið fevna um alt frá harðum larmi til mjúkt country.  Teirra debutpláta “æðrasoppar” varð útgivin jólaaftan 2020, og síðani kom “døgurðaslang/MIDNÁTTARSANG” í 2024.  Síðani tey byrjaðu at spæla konsertir í 2022, hava tey spælt á nógvum altjóða festivalum sum Fusion…

Read More

Meistarligi sangskrivarin hevur konsert á Summar Festivalinum

Hann er ein av virknastu og dugnaligastu sangskrivarunum, sum vit eiga. Hann hevur skrivað eitt hav av sangum, sum føroyingar hava tikið til sín. Sangirnir hava fingið sítt egna lív, og ung sum vaksin syngja teir í veitslulagi. Steintór Rasmussen skrivaði fyrstu sangirnar í 1970'unum, og síðani hevur hann regluliga skrivað og útgivið nýggjar sangir.…

Read More

Lena Anderssen við kendum og nýggjum sangum

Lena Anderssen hevur í meira enn 25 ár myndað føroyska tónleikapallin við framúr sangum og framførslum.  Hon hevur nakað upp á hjartað í sínum sangum, og hon torir at seta nakað persónligt upp á spæl, tá ið hon skrivar tekstir.  Saman við manninum Niclasi Johannesen ger Lena sangir, sum hann stendur fyri at framleiða, og…

Read More

Jens Marni og hittini á Summar Festival

Jens Marni Hansen er millum stóru profilarnar í føroyskum tónleiki. Røddin er eyðkend og góð, og sangirnir eru kendir og fangandi.  Hann var unglingi, tá ið hann byrjaði at spæla alment, og hann hevur gjøgnum árini verið við í bólkum sum Kjølar, All That Rain og Showmenn.  Jens Marni er tó best kendur undir sínum egna…

Read More

Laila & Malan syngja kendar sangir á Torginum

Dugnaligu  og royndu songkvinnurnar Laila Carlsen og Malan Eyðunsdóttir hava framførslu á ársins Summar Festivali. Tær hava í mong ár verið virknar í ymiskum samanhangum – í bólkum, í kóri, sum solistar og sum kórsongkvinnur – og tær eru kendar sum sterkar songkvinnur við orku og yvirskoti. Tær kunnu framføra øll hugsandi sløg av tónleiki – eitt…

Read More

Alias Morera við kensluløddum og dansivinarligum poppi

Filip M. Mortensen og Sarah Christensen eru høvuðsfólk í tónleikaverkætlanini Alias Morera. Tey skapa og framføra fangandi indiepopp, sum við íblástri frá artistum sum The 1975, The Killers, ABBA, Jim Reeves og Frank Ocean lata tað siðbudna og modernaða ganga hond í hond.  Tá ið Filip M. Mortensen stóð mitt í einari skapandi tómløtu, har…

Read More

Dynamit er til reiðar at taka Vágsbø

Teir hava skapt nakrar av stóru og mest minniligu løtunum á Summar Festivalinum ígjøgnum árini, og nú eru teir til reiðar at fara aftur á Vágsbø at spæla konsert. Dynamit verður við á Summar Festivalinum 2026. Tað eru góð 20 ár liðin, síðani Dynamit spældi fyrstu ferð á Summar Festivalinum. Bólkurin var so at siga…

Read More

ItaloBrothers bjóða í stóra poppveitslu á Vágsbø

Elektroniski poppbólkurin við teimum stóru hittunum spælir á Vágsbø í august. Í tvey áratíggju hevur týski bólkurin ItaloBrothers skapt og spælt elektroniskan popptónleik, sum er farin um allan heimin. Løgini seta seg føst eftir ongari tíð, og á palli seta teir gongd á stórar poppveitslur, har fjøldin ikki at kann lata vera við at liva…

Read More

DJ Maria Fagranes við dansieggjandi tónleiki

Hon vinnur alt meira fram sum DJ á elektroniska pallinum í Danmark, og við orkufullum og dansieggjandi ljóði ger hon alt meira vart við seg. DJ Maria Fagranes spælir eitt litríkt bland av øsandi og melodiøsum techno, afro house og kendum popptónum. Hon dugir at skapa eina fangandi ferð frá djúpum og pumpandi rytmum til…

Read More

Bústaður

Summar Festivalur
Garðavegur 4
700 Klaksvík

Samband

Summar Festivalur © 2026. All Rights Reserved.