Skip to content Skip to footer

Dynamit spælir á Vágsbø

Hittbólkurin Dynamit verður við á Summar Festivalinum næsta ár.

Dynamit hevur havt nakrar ógloymandi framførslur á Vágsbø ígjøgnum árini. Bólkurin spældi fyrstu ferð á Summar Festivalinum í 2005, og tað varð stóra endurreisnin hjá bólkinum, sum var nakað gloymdur, og í grundini var meira ella minni givin at spæla live.

Framførslan í 2005 var framúrskarandi, og móttøkan var betur, enn nakar hevði væntað. Dynamit hevði gjørt comeback, og bólkurin gjørdist eftir hetta størri, enn hann nakrantíð áður hevði verið.

Nú Summar Festivalurin fer at halda 20 ára jubileum í 2024, verður Dynamit sjálvsagt við á palllinum.

– Dynamit hevur heimavøll á Vágsbø, og tað var í grundini Summar Festivalurin, sum gav bólkinum nýtt lív. Tí eru vit sera fegnir um, at vit skulu vera við at halda 20 ára jubileumið hjá Summar Festivalinum. Vit kunnu lova øllum eina minniliga konsert, sigur Niclas Heri Jákupsson, oddamaður í Dynamit.

Dynamit gav fyrstu sangirnar út í 1980’unum og var sera væl umtóktur dansibólkur tá í tíðini. Teir hittaðu við fleiri sangum á útgávum og í útvarpinum, og í nýggjari tíð hava teir lagt landaplágur aftrat. Kendastu sangir hjá Dynamit eru “Grøv nummar 13”, “Pápi tín býr ei í Tórshavn”, “Á, lat meg vera”, “Bangin”, “Omman við Gjógv” og “Til allar kvinnur”.

Hesir sangir verða allir spældir á Summar Festivalinum 2024, sum verður hildin í døgunum frá 8. til 10. august. 

Bústaður

Summar Festivalur
Garðavegur 4
700 Klaksvík

Samband

Summar Festivalur © 2024. All Rights Reserved.