Hann hevur sungið og spælt tónleik, síðan hann var umleið 9 ára gamal, og hann hevur verið partur av fleiri bólkum gjøgnum árini. Eyðun Jacobsen syngur countrygospel og hevur givið fleiri fløgur út. Tær flestu av teimum eru innspældar í USA. Eyðun Jacobsen hevur verið nógv á ferð í Føroyum, Danmark og Noregi.
Nú er Eyðun til reiðar at spæla á Summar Festivalinum, og hann hevur góðar tónleikarar við sær á pall: Gotfred Joensen (klaver), Petur Hermansen (steelgittar) og Jóhan Danielsen (bass). Haraftrat hevur hann helst eisini kórsangara við.
Eyðun syngur sangir við kristnum boðskapi. Hetta hevur fylgt honum, síðani hann byrjaði at syngja, og tað verða eisini slíkir sangir, hann kemur at framføra á Summar Festivalinum.

