Hósdagin byrjar Summar Festivalurin 2023, og fyriskipararnir gleða seg til fara í gongd við 18. festivalin.
– Summar Festivalurin er hugni og trivnaður. Fólk úr øllum landinum koma á Summar Festivalin og eru her í fleiri dagar, sigur Erik Biskopstø, ein av fyriskiparunum av Summar Festivalinum.
Hann fegnast um, at festivaløkið er við at vera klárt til at taka ímóti mongu festivalgestunum og sigur, at í ár hava fyriskipararnir valt at avmarka atgongdina til festivalin nakað, so umleið 8000 fólk sleppa inn. Hetta kemst av bygging í økinum.
Erik Biskopstø er ikki minst spentur til stóru rockkonsertina við Europe fríggjakvøldið.
Her ber til at síggja video-samrøðu við Erik Biskopstø: