Skip to content Skip to footer

Útselt til campingøkini 

Stórur áhugi er fyri at fara á Summar Festival við húsvogni.

Tá ið plássini í teimum fimm campingøkjunum herfyri vóru sett til sølu, gekk skjótt at selja tey. Sløk 200 pláss eru til húsvognar, og útselt er.

Húsvognar fara at standa við Norðborg, í Klaksvíksgarðinum, við Føroya Bjór, á stadionøkinum og á Stongunum.

Tjaldpláss eru framvegis eftir í tjaldbygdini, sum verður mitt á festivaløkinum. 

Bústaður

Summar Festivalur
Garðavegur 4
700 Klaksvík

Samband

Summar Festivalur © 2023. All Rights Reserved.