Skip to content Skip to footer

Gudny spælir saman við fýra børnum

Songkvinnan Gudny Rasmussen fer at hava konsert saman við fýra børnum á Summar Festivalinum.

Gudny hevur spælt gittar og sungið, síðani hon var ung genta. Í 2022 kom hon við ep-útgávuni “Um eg var hon”, og sangirnir hava verið nógv at hoyrt í útvarpi – ikki minst “Fyri fyrst” og “Óvissa”, ið er duett saman við Eyðuni Nolsøe. 

Børnini hjá Gudny duga eisini at spæla ljóðføri og syngja. Kendast av teimum er Ása Helena Brynjarsdóttir, ið var ein av profilunum í Sement tónleikakappingini í ár og spældi á SPOT festivalinum í Aarhus í mai. 

Gudny fer at hava framførslu saman við fýra børnum – tey eru Terji Brynjarsson, Ása Helena Brynjarsdóttir, Gunnvá Rasmussen og Ronja Rasmussen. 

Gudny & Co. hava framførslu á Torginum. 

Bústaður

Summar Festivalur
Garðavegur 4
700 Klaksvík

Samband

Summar Festivalur © 2024. All Rights Reserved.