Skip to content Skip to footer

Guðrun Sólja syngur á Torginum

Guðrun Sólja Jacobsen verður við á Summar Festivalinum í august.

Guðrun Sólja fekk stóra gjøgnumbrotið sum sangari, tá ið hon í 2003 vann stóru songkappingina “Stjerne for en aften”, ið Danmarks Radio skipaði fyri. Hon var glampandi stjørnan í kappingini, og sigurin var púra sannførandi. Eftir kappingina gav hon tónleik út í Danmark og hevði nógvar konsertir niðri. 

Síðani stóra sangsigurin í Danmark hevur Guðrun Sólja verið virkin í tónleiki sum sangari og sanglærari. Hon hevur javnan havt framførslur, og nú er tíðin komin, at songkvinnan við sterku røddini vitjar aftur á landsins størsta tónleikatiltaki.

Guðrun Sólja Jacobsen fer at hava framførslu saman við Janusi Kampmann á Torginum.

Bústaður

Summar Festivalur
Garðavegur 4
700 Klaksvík

Samband

Summar Festivalur © 2026. All Rights Reserved.