Skip to content Skip to footer

Hans Jacob loysir Evi av

Evi Tausen hevur givið avboð til Summar Festivalin. Hans Jacob Hjelm stígur inn í hennara stað.

Hann verður nevndur dansibandskongur í Føroyum og spælir javnan til stóru dansitiltøkini í landinum. Nú kemur Hans Jacob Hjelm á Summar Festivalin at spæla fyri fyrstu ferð. 

Hans Jacob fer saman við Dagfinni Olsen og Hjalmari Magnussen at hava konsert í Tjaldinum leygarkvøld kl. 19. Hans Jacob fer at spæla sínar kendu sangir, og trioin fer ivaleyst eisini at tríva í onkran av kendu sangunum hjá Dagfinni Olsen. Hetta eru alt sangir, sum mangir føroyingar kenna – »Læandi gullbrúnu eygu«, »Nú og so alt lívið« og »Fagri flokkur«. 

Lagt er upp til hugnaliga konsert við góðum og kendum sangum. 

Bústaður

Summar Festivalur
Garðavegur 4
700 Klaksvík

Samband

Summar Festivalur © 2026. All Rights Reserved.