Summar Festivalurin byrjar hósdagin við góðum konsertum á trimum pallum og lívligum Silvalandi.
Hitað verður upp til konsertirnar við Silent Disco í Tjaldinum frá kl. 18:30.
Fyrsta útikonsertin á ársins Summar Festivali verður á Torginum kl. 19:00, tá ið Tórfríð Tavsen spælir. Hon verður eisin fyrsti artisturin at framføra á nýggja og dagførda pallinum á Torginum. Pallurin er størri, betri útgjørdur og er fluttur eitt sindur.
Danski rockbólkurin Going For The One hevur konsert á Torginum klokkan 21.
Høvuðsnøvn á Vágsbø vera Hamradun og ItaloBrothers. Sámal & Benjamin, Alias Morera og Signar í Homrum spæla eisini hóskvøldið.
Silvaland, sum er fyri børnini, letur upp klokkan 15 við aktivitetum, spølum, nýggjum hoppiborgum, framførslum og annað.

