Summar Festivalurin kunnger nú skránna fyri ársins festival
Hóskvøld verður stórt 20 ára jubileumsshow og elektroniskur tónleikur við Faustix, fríggjakvøld spælir bretska heimsstjørnan Olly Murs, og leygarkvøld fer legendariski rockbólkurin Uriah Heep á pallin.
Summar Festivalurin hevur kunngjørt skránna fyri ársins festival.
Festivalurin byrjar við skrúðgongu fyri børn og barnsligar sálir hósdag klokkan 15. Gingið verður niðan í Silvaland, sum síðani letur upp. Silvaland heldur til í ítróttarhallunum, og har verða aktivitetir, undirhald, framførslur og mangt annað fyri familjurnar.
Summar Festivalurin bjóðar konsertir á Vágsbø, í Tjaldinum og á Torginum í tríggjar dagar. Fyrsta konsertin verður við Mariu Ronnisdóttir á Heygum á Torginum hóskvøld klokkan 19, og tann seinasta konsertin verður við Jens Marna Hansen í Tjaldinum leygarkvøld klokkan 03.
Niðanfyri ber til at síggja skránna fyri ársins Summar Festival, sum verður hildin dagarnar 8. til 10. august.

