Skip to content Skip to footer

Kunning: Kampingpláss á SF 2023

Tað hevur tíverri ikki borið til at selja pláss til kampingvognar enn. Orsøkin er hon, at fleiri av matriklunum, sum hava verið brúktir undanfarin ár, eru ivasamir í ár.

Í løtuni (8. mai) hava vit bert vissu fyri plássum við ferjuleguna á Stongunum og í Klaksvíksgarðinum. Orsøkin er, at býurin er í menning, og ætlanin er at byggja á hinum støðunum. Í løtuni er óvist, um byrjað verður at byggja áðrenn Summarfestivalin í ár.

Um vit skulu byrja at selja nú, so eru tað bert umleið 80 pláss, sum kunnu seljast. Men um vit bíða í nakrar vikur, so vita vit betur, um vit fáa fleiri og sentralari støð, so sum við Føroya Bjór og stadionøkið.

Vit harmast sjálvandi um støðuna, men vit fáa ikki gjørt nakað við tað.

Vónandi kunnu tit bíða í nakrar vikur afturat.

Summarfestivalurin

Bústaður

Summar Festivalur
Garðavegur 4
700 Klaksvík

Samband

Summar Festivalur © 2023. All Rights Reserved.