Dagsbillettir til Summar Festivalin verða bert seldar við inngongdina á sjálvum festivalinum.
Vikuskiftispass til Summar Festivalin kostar í løtuni 1100 krónur í forsølu, og passið fer at kosta 1200 krónur við dyrnar.
Møguleiki verður eisini at keypa dagsbillettir á sjálvum degnum við dyrnar. Prísurin verður hesin:
Dagsbillett, hósdagur (vaksin): 695 kr.
Dagsbillett, fríggjadagur (vaksin): 795 kr.
Dagsbillett, leygardagur (vaksin): 795 kr.
Børn (6-12 ár) kunnu bert keypa vikuskiftispass. Tey kosta 250 í forsølu og 300 við dyrnar. Passið gevur eisini atgongd til Silvaland í ítróttarhallunum.

