Skip to content Skip to footer

Hornorkestur setur dám á festival

Í kvøld klokkan 21.00 fáa fólk framførslu, sum tey ongantíð áður hava fingð á Summar Festivalinum.

Tá fer Klaksvíkar Hornorkestur, ið hevur 73 ár á baki, at hava konsert á Torginum.

Orkestrið hevur mangan sett dám á serligar løtur og tiltøk í Norðoyggjum, og orkestrið hevur eisini spælt víðahvar heima og burturi. Nú fáa hornblásararnir eisini møguleikan at spæla á landsins størsta tónleikatiltaki.

Fyrireikararnir av Summar Festivalinum halda, at tað er upp á tíðina, at orkestrið verður við á festivalinum, og orkestrið hevur fyrireikað seg væl og er spent til framførsluna í kvøld.

Her kann video-samrøða við Andras Sólstein um Klaksvíkar Hornorkestur síggjast:

Bústaður

Summar Festivalur
Garðavegur 4
700 Klaksvík

Samband

Summar Festivalur © 2023. All Rights Reserved.