Skip to content Skip to footer

Í kvøld spælir Uriah Heep

Í kvøld bjóðar Summar Festivalurin bretskan rock, írskan fólkatónleik og góðan føroyskan tónleik. 

Konsertirnar byrja klokkan 17, tá ið barnakonsert verður við Bubu, Trølla Pæturi og Ommuni, Anua og Danny Baldursson. Síðani verður hildið fram við konsertum á trimum pallum til klokkan 04 í nátt.

Høvuðsnavnið í kvøld er bretski rockbólkurin Uriah Heep, sum spælir á Vágsbø klokkan 23. Hamradun og Frændur hava eisini framførslur á stóra palli.

Í Tjaldinum og á Torginum spæla Paul Watchorn, Lena Anderssen, Sakaris, Jens Marni Hansen, Eyðun Jacobsen, Hans Jacob Hjelm og Laila & Malan. 

Bústaður

Summar Festivalur
Garðavegur 4
700 Klaksvík

Samband

Summar Festivalur © 2026. All Rights Reserved.