Skip to content Skip to footer

Klaksvíkar Hornorkestur fyri fyrstu ferð

73ára gamla Klaksvíkar Hornorkestur og skjótt 20 ára gamli Summar Festvalurin hava nú funnið saman fyri fyrstu ferð, og partarnir fegnast um, at orkestrið fer at hava konsert á festivalinum í summar.  

Klaksvíkar Hornorkestur var stovnað í 1950 og hevur síðani verið ein týðandi og sameindur partur av mentanarlívinum í Klaksvík. Orkestrið hevur eisini verið eyðsýndur partur av tónleikaumhvørvinum í Føroyum og hevur spælt víðhvar – eisini uttanlands.

Klaksvíkar Hornorkestur er klassiskt og væl spælandi hornorkestur. Íblásturin kemur eitt nú frá bretskari orkestursiðvenju, men orkestrið hevur sítt egna føroyska úttrykk og egna leikskrá. Orkestrið spælir føroyskar sangir, orkesturverk, sálmar og onnur verk, og orkestrið dugir væl at finna røttu løgini og huglagið, alt eftir hvat høvið er.

Nú fer Klaksvíkar Hornorkestur veruliga at spíla seg út við konsert á Summar Festivalinum í august. Umleið 30 tónleikarar vera við í orkestrinum, ið fer at spæla á Torginum undir leiðslu av Fionu Parker. Tey fara at seta saman serliga leikskrá, sum passar til kvøldkonsert á festivali. 

Bústaður

Summar Festivalur
Garðavegur 4
700 Klaksvík

Samband

Summar Festivalur © 2023. All Rights Reserved.