Skip to content Skip to footer

Laila og Malan syngja á Torginum

Dugnaligu og royndu songkvinnurnar Laila Carlsen og Malan Eyðunsdóttir hava framførslu á ársins Summar Festivali.

Tær hava verið við í ymiskum bólkum og kórum og hava eisini stigið fram sum solistar.

Laila var eitt nú við í bólkinum Carlsen, sum í 2018 luttók í danska Grand Prixnum.

Malan Eyðunsdóttir var á sinni songkvinna í Mark No Limits, og hon hevur givið tónleik út undir egnum navni.

Laila og Malan hava framført nógv saman, og tær vóru báðar við í væl umtókta bólkinum Flamma. Tær eru sterkar sum solistar, og tær eru framúr sum kórsangarar.

Í august framføra tær á Summar Festivalinum. Framførslan verður á Torginum. 

Bústaður

Summar Festivalur
Garðavegur 4
700 Klaksvík

Samband

Summar Festivalur © 2023. All Rights Reserved.