Tónleikabólkurin Grandma’s Basement og songkvinnan Herborg Torkilsdóttir vera við á Summar Festivalinum í ár.
Grandma’s Basement byrjaði sum ein kjallarabólkur, og í 2010 teir fóru at spæla inn og geva út, vunnu Planet Awards, hittaðu við fleiri sangum og hava síðani havt herligar framførslur – eisini á Summar Festivalinum, har teir hava framført fleiri ferðir.
Við teimum fangandi sangunum hevur Grandma’s Basement sum fáur bólkur megnað at fingið áhoyrarafjøldina at liva og syngja við.
Nú eru seks ár liðin, síðani Grandma’s Basement seinast spældi á Summar Festvalinum, og tí er tíðin komin, at teir aftur vera við á landsins størsta tónleikatiltaki. Tað verður ein heilt serlig og serliga festlig løta.
Hittsongkvinnan Herborg Torkilsdóttir gav í 2019 fyrsta sangin út, og síðan tá hevur hon verið sera virkin við innspælingum av sangum og framførslum á konsertum. Fleiri av sangunum hjá henni hava verið útvarpshitt – til dømis sangir sum »Eg uttan teg«, »Tú spælir við meg«, »Náttin var okay«, »Runt allar Føroyar« og aðrir.
Herborg skrivar sjálv sangirnar, og hon dugir væl at seta orð og løg saman, so at tey fanga. Herborg Torkilsdóttir er til reiðar at framføra saman við Rakul Petersen á Summar Festivalinum, sum í ár verður hildin dagarnar 7. til 9. august.

