Skip to content Skip to footer

Legendariskur vágabólkur í Tjaldinum

Tinganest hevur síðani áttatiárini skrivað og sungið sangir fyri føroyingum.
Teirra gløggu eygleiðingar, skeivu vinklar, vælsitandi tekstir og fangandi løg hava givið bólkinum eina heilt serliga støðu í føroyskum tónleiki. Verður tað lagt saman við serstaka vágasoundinum, ber til at siga, at eingin bólkur í heiminum er sum Tingnest.

Jóan Jakku Guttesen, Magnus á Stongum, Holgar Jacobsen og Finnur J. Jacobsen manna Tinganest, og teir eru framúr á palli. 

Nú koma teir aftur á Summar Festivalin at spæla sangir sum “Vágagellan”, “Annan sang”, “Síðsti dansur”, “Upp á tá” og aðrar.

Tinganest spælir í Tjaldinum á ársins Summar Festivali.

Bústaður

Summar Festivalur
Garðavegur 4
700 Klaksvík

Samband

Summar Festivalur © 2026. All Rights Reserved.