Tað væl umtókta Silvalandið verður aftur í ár í uppskrýddu ítróttarhøllunum við einum spennandi tónleikapalli, ballóngørðum, hoppiborgum, boingbóltum, teknistovu, pinkulandi, andlitsmáling, gandaspeglum, barnabarr, framsýning av ísbjørn, grindahvali og kópi, livandi skriðdýrum, hugtakandi hulduni Urðun, vitjan av stuttligum klovni, bardagahugaðu víkingunum, brølandi dinosauri, hinu mest góðsligu bamsuni og tí fittasta Silva.
Silvalandið byrjar hósdagin 3. august klokkan 15 við stórari skrúðgongu og gøtukarnevali, har farið verður úr Klaksvíksgarðinum við pyntaðum, larmandi og syngjandi børnum, fløggskrýddum dansandi ungdómi og kreativum festivalgestum. Børn og barnsligar sálir, tú og eg, ja øll sum vilja seta sín festliga dám á ta stóru og fólksligu summarstevnuna, eru sjálvandi vælkomin!
Nógv verður gjørt burtur úr, ja heilt frá teimum allarminstu til tey allarstørstu. Og ongin nýtist at ganga svangur, tystur, sprongdur ella at keða seg í Silvalandinum.
