Mánakvøldið 31. juli kl. 18 kemur nærri kunning um, nær økini til kampingavognar lata upp.
Eisini verður arbeitt við at útvega nøkur pláss aftur, tí í løtuni er útselt. Kunnað verður um tað á Facebook og á heimasíðuni sf.fo, verða onkur pláss tøk afturat.
Summar Festivalurin ger ikki umbýtingar ella skrivar bíðilista. Men um tað eydnast at keypa eitt nýtt meira sentralt pláss, ber til at lata hitt plássið innaftur.
