Skip to content Skip to footer

Magni Christiansen syngur country og gospel

Magni Christiansen er kendur sum country- og gospelsangari, og hann dugir framúr væl at framføra á palli. Hann hevur gjøgnum árini givið nógvan tónleik út, og hann hevur verið íðin at spæla konsertir kring landið. 

Nú er tíðin aftur komin, at Magni Christiansen aftur fer at framføra á Summar Festivalinum, har hann áður hevur havt frálíkar konsertir.

Magni Christiansen og Bernhard Højgaard Petersen fara at hava framførslu á Torginum, og teir fara at spæla góðar country- og gospelsangir – til dømis “Við vegin”, “Me And Bobby McGee”, “Detroit City”, “Her glaður eg ferðist” og aðrar. 

Hetta verður ein góð konsertløta við kendum og væl umtóktum country- og gospelsangum.

Summar Festivalurin verður hildin dagarnar 7. til 9. august. 

Bústaður

Summar Festivalur
Garðavegur 4
700 Klaksvík

Samband

Summar Festivalur © 2026. All Rights Reserved.