Summar Festivalurin 2024 byrjaði seinnapartin við litfagrari og lívligari skrúðgongu og gøtukarnevali, sum gekk úr Klaksvíksgarðinum og heim í Silvaland.
Í skrúðgonguni vóru Bubu, Silvi, Trølla Pætur, brandbilur, víkingar og nógv børn.
Tað væl umtókta Silvalandið verður aftur í ár í uppskrýddu ítróttarhøllunum við einum spennandi tónleikapalli, hoppiborgum, ballónlandi, boingbóltum, pinkuøki, gandakendum djóraheimi, víkingabygd og mangt annað.
Silvaland hevur opið festivaldagarnar frá kl. 15 til 19.
Her síggjast myndir frá skrúðgonguni í dag.









