Skip to content Skip to footer

Nú eru 20 nøvn kunngjørd

Lagt er upp til enn ein stórfingnan Summar Festival í ár. Higartil hevur festivalurin kunngjørt 20 bólkar og einstaklingar, og fleiri eru í væntu. 

Útlendsku høvuðsnøvnini eru reggae-poppbólkurin UB40 ft. Ali Campbell, kendi rappbólkurin Nik & Jay og festligi hittsangarin DJ Ötzi. 

Úr Danmark koma tvær poppsongkvinnur við føroyskum ættarbondum: Brimheim, sum hevur fingið gjøgnumbrot á danska tónleikapallinum, og Gunnva, ið fer at koma við fyrstu útgávuni seinni í ár. 

Hini nøvnini, ið spæla á ársins Summar Festivali, eru Dynamit, Linda Andrews, Kári P, jazzygold, Swardi, Guðrun Sólja, Sakaris, Páll Finnur Páll, Tinganest, Herborg Torkilsdóttir, Grandma’s Basement, Voices of Rock, Ester Skála, Son of Fortune og Kalas.

Summar Festivalurin fer í næstum at kunngera fleiri bólkar og solistar til ársins festival. 

Á midnátt sunnukvøldið 18. mai hækkar prísurin á atgongumerkjum. 

Bústaður

Summar Festivalur
Garðavegur 4
700 Klaksvík

Samband

Summar Festivalur © 2026. All Rights Reserved.