Týsdagin verða plássini til húsvognar á Summar Festivalinum 2023 sett til sølu. Hesa ferð hevur ivi verið um onkur av økjunum, har húsvognar plaga at standa, og tí hevur sølan drigið út. Nú er so greitt at fara undir søluna.
Í ár kunnu campingvognar standa í Klaksvíksgarðinum, við Norðborg, á Varpinum, á stadionøkinum og við Føroya Bjór. Talið á plássum er avmarkað.
Campingplássini verða seld umvegis heimasíðuna her. Hetta er link til avgreiðsluna.
Sølan byrjar týsdagin 11. juli kl. 18:00.
