Skip to content Skip to footer

Nýggj skrá: Dynamit spælir á midnátt

Soleiðis verður skráin fyri Summar Festivalin leygardagin.
Summar Festivalurin var órógvaður av regni fríggjadagin, og bæði flytingar og avlýsingar vóru. Hetta hevur við sær, at onkrar broytingar eisini verða gjørdar í skránni leygarkvøldið.
Høvuðsbroytingin er, at Dynamit kemur inn í skránna og spælir á Vágsbø á midnátt í kvøld.
Allir hinir bólkarnir, sum hava staðið á skránni leygarkvøldið, spæla allir, men summar tíðir eru broyttar.
Niðanfyri ber til at síggja nýggju skránna fyri leygardagin.

SUMMAR FESTIVALURIN
Leygardagin 9. august

17.00: Øll elska Disney (Vágsbøur)
18.00: Guðrun Sólja (Torgið)
18.30: Kári P (Tjaldið)
19.30: Kular Røtur (Vágsbøur)
20.30: Lena Anderssen (Tjaldið)
21.15: Laila & Malan (Torgið)
21.45: DJ Ötzi (Vágsbøur)
22.45: Eyðun Nolsøe (Tjaldið)
23.30: Signar í Homrum (Torgið)
00.00: Dynamit (Vágsbøur)
01.00: Voices of Rock (Torgið)
02.00: Brimheim (Vágsbøur)
03.00: DJ Haraldsen (Tjaldið)

Bústaður

Summar Festivalur
Garðavegur 4
700 Klaksvík

Samband

Summar Festivalur © 2026. All Rights Reserved.