Skip to content Skip to footer

Óútrokniligir Aggrasoppar á Summar Festivalin fyri fyrstu ferð

Aggrasoppar er ein blómupunk/axekiller-popp bólkur, sum er kendur fyri sínar villu og óútrokniligu tekstir og framførslur, ið fevna um alt frá harðum larmi til mjúkt country. 

Teirra debutpláta “æðrasoppar” varð útgivin jólaaftan 2020, og síðani kom “døgurðaslang/MIDNÁTTARSANG” í 2024. 

Síðani tey byrjaðu at spæla konsertir í 2022, hava tey spælt á nógvum altjóða festivalum sum Fusion Festival, By:Larm, Nürnberg Pop, Eurosonic, og The Great Escape, har tey vunnu Steve Strange virðislønina fyri bestu framførslu í 2023 – fram um 500 aðrar bólkar. Tey vunnu eisini Sement kappingina 2023 og hava verið tilnevnd fleiri FMA virðislønir. 

Við hvørjari útgávu og framførslu halda Aggrasoppar fram við at flyta mørk og yvirraska. Í november 2026 kemur triðja heildarútgávan, NÚSTALGIA, og fram til tá kunnu vit vænta nøkur stakløg. 

Komandi august kunnu vit gleða okkum til at uppliva tey á Summar Festivalinum fyri allar fyrstu ferð. 

Bústaður

Summar Festivalur
Garðavegur 4
700 Klaksvík

Samband

Summar Festivalur © 2026. All Rights Reserved.