Skip to content Skip to footer

Sigmund lærir børnini at dansa

Gestirnir í Silvalandi á Summar Festivalinum fáa eina heilt serliga uppliving í ár.

Kendi danski dansarin og undirhaldarin SIGMUND, sum hevur føroysk ættarbond, fer at læra børnini kular TikTok-dansir. 

SIGMUND er dugnaligur sangari og dansari, og hann er kendur úr X Factor og fleiri øðrum sjónvarpssendingum. Nú kemur hann á fyrsta sinni á Summar Festivalin.

SIGMUND fer at hava tveir dansiverkstaðir í Silvalandi, og øll børn og ung eru hjartaliga vælkomin at luttaka og læra stuttlig og modernað dansifet. SIGMUND fer eisini at heilsa uppá, og hvør veit – kanska ber til eina mynd saman við honum eisini. 

Silvaland heldur til í KÍ-høllini og Badmintonhøllini, og øll, sum hava armband til Summar Festivalin, hava eisini atgongd til Silvaland. 

Summar Festivalurin verður hildin í døgunum frá 7. til 9. august. 

Bústaður

Summar Festivalur
Garðavegur 4
700 Klaksvík

Samband

Summar Festivalur © 2026. All Rights Reserved.