Skip to content Skip to footer

Stórt Silvaland til børnini

Nógv spæl, undirhald og tónleikur vera til børnini í Silvalandi á Summar Festivalinum.

Tað væl umtókta Silvalandið verður aftur í ár í uppskrýddu ítróttarhøllunum við einum spennandi palli, har sangur, klovnarí, undirhald og annað fer at fylla skránna. 
Ein vakur og gandakendur djóraheimur við fittum føroyskum djórum og spennandi eksotiskum skriðdjórum verður eisini. Haraftrat ballóngarður, hoppiborgir, teknistova, pinkuland, barnacafé, góður matur og annað. Eisini ber til at heilsa uppá fitta Silva hvønn dag. 
Á pallinum verða konsertir og framførslur við Bubu, Angela & Hannibal og Operettunum. Sangarin Bjarki fer eisini at hava konsert. Hann var ein av bleiktrandi stjørnunum í sjónvarpsrøðini Hoydalar, sum Kringvarpið sendi fyrr í ár. Síðani luttøkuna í Hoydølum hevur Bjarki framført til ymisk tiltøk kring landið. Hann hevur eisini givið sín fyrsta sang út. Sangurin eitur “Fool” og kom út í mai mánaði. Nú hevur hann fyri fyrstu ferð konsert á Summar Festivalinum. 

SILVALAND – SKRÁ 2026

Hósdagur 6. august
15:00   Silvaland letur upp. Silvi bjóðar vælkomin
15:15   Silent Disco
18:00   Bubu
19:00   Silvaland letur aftur

Fríggjadagur 7. august
15:00   Silvaland letur upp. Silvi bjóðar vælkomin
15:15   Silent Disco
18:00   Operetturnar
18:30   Bjarki
19:00   Silvaland letur aftur

Leygardagur 8. august
14:00   Silvaland letur upp. Silvi bjóðar vælkomin
14:05   Angela & Hannibal
15:00   Silent Disco
17:00   Disney-konsert á Vágsbø
19:00   Silvaland letur aftur

Atgongd við festivalarmbandi:
Øll, sum hava armband til Summar Festivalin, hava fría atgongd til Silvaland. 

Atgongd uttan festivalarmband:
Tey, sum ikki hava armband til festivalin, kunnu keypa serlig dagsatgongumerki til Silvaland við inngongdina:
Dagsatgongumerki til Silvaland, vaksin (13 ár og eldri): 200 kr. 
Dagsatgongumerki til Silvaland, børn (6-12 ár): 200 kr. 
Dagsatgongumerki til Silvaland, børn (0-5 ár): Ókeypis

Skráin sum PDF her

 

Bústaður

Summar Festivalur
Garðavegur 4
700 Klaksvík

Samband

Summar Festivalur © 2026. All Rights Reserved.