Skip to content Skip to footer

Silvi fer eisini á festival

Ein partur av Summar Festivalinum er sonevnda Silvaland, sum er til børnini og familjurnar. 

Silvaland heldur til í samanbygdu KÍ-høllini og Badmintonhøllini, og har verður mangt og hvat á skránni – spøl, aktivitetir, framførslur, dansur, undirhald, konsertir og annað.

Í ár verða konsertir við Bubu og við Trølla Pæturi og Ommuni. Eisini fer Sigmund at læra børn og ung at dansa.

Silvaland er uppkallað eftir Silva, og høvuðspersónurin sjálvur vitjar eisini í Silvalandi allar tríggjar dagarnar, sum Silvaland hevur opið. 

Summar Festivalurin byrjar hósdagin og heldur fram fríggjadagin og leygardagin. 

Her ber til at síggja skránna fyri Silvaland.

Bústaður

Summar Festivalur
Garðavegur 4
700 Klaksvík

Samband

Summar Festivalur © 2026. All Rights Reserved.