Fríggjadagin verða pláss til húsvognar á Summar Festivalinum sett til sølu
Fríggjadagin 17. mai kl. 13.00 byrjar sølan av plássum til húsvognar á Summar Festivalinum 2024.
Í fyrsta umfari verða umleið sløk 200 pláss í 5 ymiskum økjum sett til sølu. Hesi øki eru í Klaksvíksgarðinum, á Stongunum, við Føroya Bjór, á stadionøkinum og við Norðborg.
Klaksvík er undir støðugari umbygging og útbygging, og tí er óvist, hvørji onnur pláss verða tøk til húsvognar á Summar Festivalinum í ár, men møguliga koma onkur pláss aftrat seinni.
Sølan av campingplássum er online og er eftir “først til mølle”-prinsippinum, so tað ræður at um vera klár/ur, tá ið sølan letur upp á hesari adressuni:
https://www.atgongumerki.fo/sf2024
N.B. Í sambandi við keyp á netinum hevur Nets sett í verk eyka trygd við loynitali til øll gjaldskort. Fyri at keypa á netinum er neyðugt at hava skrásett sær loyniorð. Um tú ikki hevur gjørt tað enn, kanst tú gera tað her:

