Skip to content Skip to footer

Steintór og Eyðun loysa Rana av

Rani Nolsøe fær ikki spælt á Summar Festivalinum í ár, og tí hava fyrireikararnir funnið tveir góðar avloysarar.

Leygarkvøldið kl. 01:15 spæla Steintór Rasmussen og Eyðun Nolsøe á Torginum.

Avloysararnir fáa valla verið betri egnaðir til uppgávuna, tí teir hava saman við Rana Nolsøe verið oddamenn í tónleikabólkinum Frændum.

Steintór og Eyðun fara at spæla nakrar av teirra kendastu sangum – “Føroyar”, “Mítt Land”, “80’ini” og “Heimstaðið”.
Hetta verður syngið-við løta av teimum heilt stóru. 

Bústaður

Summar Festivalur
Garðavegur 4
700 Klaksvík

Samband

Summar Festivalur © 2023. All Rights Reserved.