Nógv spæl, undirhald og tónleikur vera til børnini í Silvalandi á Summar Festivalinum.
Tað væl umtókta Silvalandið verður aftur í ár í uppskrýddu ítróttarhøllunum við einum spennandi tónleikapalli, har sangur, klovnarí, dansur og annað fer at fylla skránna.
Ein vakur og gandakendur djóraheimur við fittum føroyskum djórum og spennandi eksotiskum skriðdjórum verður eisini. Haraftrat ballóngarður, hoppiborgir, boingbóltar, teknistova, pinkuland, barnacafé og góður matur. Eisini ber til at heilsa uppá fitta og fyrikomandi Silva hvønn dag.
Á pallinum verða konsertir og framførslur við Bubu, Angela & Hannibal og Operettunum. Sangarin Bjarki fer eisini at hava konsert. Hann var ein av bleiktrandi stjørnunum í sjónvarpsrøðini Hoydalar, sum Kringvarpið sendi fyrr í ár. Nú hevur hann fyri fyrstu ferð konsert á Summar Festivalinum.
Silvaland letur upp hósdag klokkan 15 og hevur opið til klokkan 19. Fríggjadag verður eisini opið millum klokkan 15 og 19. Leygardag letur upp klokkan 14, og opið er til klokkan 19.
Øll, sum hava armband til Summar Festivalin, hava atgongd til Silvaland. Tey, sum ikki hava armband til festivalin, kunnu keypa sær serlig dagsatgongumerki til Silvaland við inngongdina.
Her kanst tú lesa meira um Silvaland

