Skip to content Skip to footer

Støvutur rockur og inniligar balladur

Son of Fortune verður við á Summar Festivalinum í august.

Benjamin Petersen, ið kallar seg Son of Fortune, er ein útlagin rocktónleikari, ið spælir støvutan rock og inniligar balladur. 

Seinasta útgávan hjá honum, Woodoo Pop, varð upptikin í Nashville í Tennessee av monnum, ið hava arbeitt við Chris Stapleton og Jack White. Sangurin “Sunday in Music City” av hesi útgávu var í úvarpssendingini Jambalaja kosin ársins sangur í 2021. 

Son of Fortune er ávegis við nýggjum tónleiki, sum verður framførdur á Summar Festivalinum í august. Eisini spælir Son of Fortune onkran eldri sang av útgávuni Ave, ið Benjamin Petersen og Petur Pólsson gjørdu í 2014. 

Við sær á Summar Festivalin hevur Benjamin Petersen sjálvandi sín barndómsvin, Jan Rúna Poulsen, ið spælir trummur, og eisini spæla Kim Hansen og Jóhannus á Rógvu Joensen við bólkinum.

Bústaður

Summar Festivalur
Garðavegur 4
700 Klaksvík

Samband

Summar Festivalur © 2024. All Rights Reserved.