Skip to content Skip to footer

Summar Festivalurin byrjar við skrúðgongu

Summar Festivalurin 2023 byrjar í dag kl. 15 við litfagrari og lívligari skrúðgongu og gøtukarnevali, sum fer úr Klaksvíksgarðinum og heim í Silvaland. Í skrúðgonguni eru pyntað, larmandi og syngjandi børn, flaggskrýddur og dansandi ungdómur og kreativir festivalgestir.

Børn og barnsligar sálir, ja, øll, sum vilja seta sín festliga dám á ta stóru og fólksligu summarstevnuna, eru sjálvandi vælkomin!

Tað væl umtókta Silvalandið verður aftur í ár í uppskrýddu ítróttarhøllunum við einum spennandi tónleikapalli, ballóngørðum, hoppiborgum, boingbóltum, teknistovu, pinkulandi, andlitsmáling, gandaspeglum, barnabarr, framsýning av ísbjørn, grindahvali og kópi, livandi skriðdýrum, hugtakandi hulduni Urðun, vitjan av stuttligum klovni, bardagahugaðu víkingunum, brølandi dinosauri, hinu mest góðsligu bamsuni og tí fittasta Silva.

Silvaland hevur opið festivaldagarnar frá kl. 15 til 19. Skrá kann síggjast á heimasíðuni sf.fo

Bústaður

Summar Festivalur
Garðavegur 4
700 Klaksvík

Samband

Summar Festivalur © 2023. All Rights Reserved.