Suzi Quatro gleðir seg til fyrstu framførsluna í Føroyum
Í kvøld kl. 23 spælir rockikonið Suzi Quatro fyri fyrstu ferð í Føroyum.
Í grundini er tað undrunarsamt, at hon ikki áður hevur verið í Føroyum, tí hon hevur uttan steðg spælt tónleik, síðani hon var ung genta, og føroyingar hava lurtað nógv eftir hennara tónleiki. Men nú kemur hon so á Vágsbø at spæla.
– Eg eri vís í, at eg var sett á jørðina fyri at undirhalda og spæla tónleik fyri fólki, so eg taki tað sera alvorligt, og smílast fólk ikki, tá ið tey fara av konsertini, havi eg ikki gjørt mítt arbeiði nóg væl, sigur Suzi Quatro.
Tað eru júst 50 ár liðin, síðani fekk gjøgnumbrot við sterkum sangum, hásari rødd og eyðkendari leðurdrakt. Og hon ger framvegis tað, ið hon sum smágenta droymdi um at gera – at spæla konsertir fyri fólki kring heimin.
– Føroyar eru eitt av fáu støðunum, har eg ikki havi spælt. Eg havi hoyrt nógv um, hvussu vakurt tað er í Føroyum, og tað er spennandi umsíðir at sleppa at spæla í Føroyum, sigur Suzi Quatro.
Suzi Quatro verður roknað sum rocklegenda og slóðari fyri kvinnur í altjóða rocktónleiki, og fólk í vinnuni hava stóra virðing fyri henni og hennara yrkisleið.
– Tá ið eg standi klár at fara á pallin, hugsi eg altíð, at eg vóni, at tað fer at ganga væl, og at áhoyrararnir fara at dáma meg. Tá ið eg so eri komin á pallin, trummurnar buka, og tónleikurin byrjar, so koyrir tað bara. Tað er, sum eri eg tveir persónar. Ein á pallinum og ein uttan fyri pallin, sigur hon.
Suzi Quatro hevur stóran og væl spælandi bólk – eisini við blásarum og kórsongkvinnum – og hon fer at syngja sangir sum “She’s In Love With You”, »Stumblin’ In« og “If You Can’t Give Me Love” á Vágsbø klokkan 23 í kvøld.
