Summar Festivalurin 2023 er liðugur. Hetta var ein av bestu festivalum, sum hava verið hildnir. Konsertirnar vóru góðar, veðrið spældi við, og nógv fólk hugnaðu sær. Framførslur á hesum festivali fara at standa eftir sum stórar og minniligar løtur.
Økið á Vágsbø er eitt vet minni, nú mentanarhús verður bygt, og tí var talið á gestum í ár avmarkað nakað. Sølan av vikuskiftispassum varð steðgað fríggjakvøldið. Umleið 8.000 fólk vóru á Summar Festivali í ár.
Fyriskipararnir eru sera fegnir um móttøkuna, sum ársins festivalur fekk, og tað er við gleði og eyðmýkt, at farið verður undir at fyriskipa nýggjan festival næsta ár.
Summar Festivalurin í 2024 verður dagarnar frá 8. til 10. august.
Takk fyri hesa ferð – vit síggjast næsta ár!
