Skip to content Skip to footer

Føroyar

200

Um bólkin

Í 20 ár hevur tónleikabólkurin 200 við sínum prikandi punktónleiki fingið føroyingar at argasta, fegnasta, flenna og rista við høvdinum.

200 hava við framførslum og útgávum røkt ein leiklut í føroyska samfelagnum, sum eingin annar hevur gjørt teimum eftir. Teirra samfelagsrevsandi – ofta satirskur – tónleikur hevur verið viðmerkjandi og hevur stundum elvt til kjak.

Hóast 200 hava spælt til óteljandi tiltøk síðani 1996 hava teir ikki spælt á Summar Festivalinum – men nú skal tað verða.

200 verða við á ársins Summar Festivali og leggja upp til eina rimmar framførslu í tjaldinum.

Bústaður

Summar Festivalur
Garðavegur 4
700 Klaksvík

Samband

Summar Festivalur © 2024. All Rights Reserved.